Bara Norðsøki av størru útróðrarbátunum seldu í morgun.
Norðsøki avreiðir kl. 15.00 og hevur leysliga mett veiðuna til 8000 pund, sum skal takast við fyrivarni, tí helst er hann ikki langt frá liðugur at draga enn.
Tveir av smæru bátunum avreiða fyrrapartin. Gjógvarenni hevur 2600 pund, meðan Skurðaklettur hevur 3200 pund.



