Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útróðrarflotin fær ongan stuðul

Jóhann Lützen

Fiskimálaráðharrin, Dennis Holm, vil als ikki lata makrelstuðul (makrelkvotur, teir kunnu selja), til útróðrarflotan, og hann heldur eisini, at heimaflotin skal avhenda galdandi makrelkvoturnar til teir, sum fiska makrel í dag. Tó kann útróðrarflotin væntandi síggja fram til størri lut av fiskidøgunum á Føroya Banka aftur í ár.

 

 

Dennis Holm, fiskimálaráðharri, var við á Fiskivinnutinginum, ið er fastur høvuðstáttur á Torradøgunum. Eitt av evnunum var útróðrarflotin, sum er rættiliga illa fyri og hevur verið tað leingi. Nakrir útróðrarmenn høvdu orðið, og teir søgdu, at teirra umsetningur var minkaður rættiliga nógv, og teir hava ikki t.d. makrelkvotur, sum teir kunnu selja og harvið liva av. Norðlýsið spurdi fiskimálaráðharran, um hann var sinnaður at kompensera teir við nøkrum. Svarið var:

– “Nei, faktiskt ikki. Eg haldi tað er skeivt at geva makrel til tann partin av flotanum, sum ikki klárar at fiska makrel. Um teir kundu fiska makrelin, var støðan ein onnur. Í fjør broyttu okur tað so, at útróðrarflotin fekk ein nógv størri lut í døgunum á Føroya Banka enn árið frammanundan, og okur skulu aftur til at skipa Føroya Banka í ár, og tað er sjálvandi eisini við útróðrarflotanum í huga, at okur fara at gera tað. Hetta er tann parturin av flotanum, sum er ringast fyri, men tað er ikki lætt at geva t.d. Stakkavík fiskirættindi á Flemish Cap, tí tað er ikki lætt fyri hann at sigla yvir har”, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Dennis Holm leggur afturat, at ætlanin viðv. útróðrarflotanum og teirra luti í Føroya Banka er tann sama sum í fjør, og sigur:

– “Eg haldi grundleggjandi, at stuðul til vinnuna er skeivt – ein skeiv loysn – og tað síggja okur eisini frá erfaringunum frá 1980’unum. So eg haldi ikki, at tað er rætt at stuðla vinnuni. Persónliga haldi eg eisini, at tað er skeivt at lata makrelstuðul til heimaflotan, tað havi eg sagt alla tíðina, og eg haldi eisini, at tað burdi verið avhendað endaligt frá heimaflotanum til tey, sum fiska makrelin í dag.”

 

Sí kjakið her