Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Útróðrarmenn fílast á veðurforsagnirnar

Oliver Joensen

Sum altíð, tá ein er á støð hjá útróðrarmonnunum, so verða veðurforsagnirnar ummældar. Í morgun var funnist at, at í gjár var boðað frá nógvum vindi seinnapartin í dag, men sum skilst, so hevur pípan nú fingið annað ljóð.

Norðsøki, ið gjørdi stutt av í nátt orsakað av veðurforsagnunum gjørdi tó ein góðan túr eftir umstøðunum, teir komu aftur við 7.000 pundum av Gøtuvík og suður úr Borðoyarnesi. Bjørgvin hevði 3.000 pund.

Annars tosaðu vit við Janus Rein, reiðara, um Anru, sum í løtuni liggur á Klaksvík. Janus sigur, at útróðurin hjá teimum hevur gingið hampuliga væl. Hendan seinasta túrin avreiddu teir 22.000 pund eftir fyrst at hava verið úti í tveir dagar, síðani bíðaðu teir eftir veðri í ein dag og royndu so tveir dagar afturat. Hóast eg ikki kann siga at nógv hevur verið at fingið seinastu tíðina, so hevur prísurin verið góður, hóast hann hevur svingað nógv. Hendan túrin fingu vit 22,60 kr. í meðal fyri kilo og tað skal eg ikki klaga um. Vit rokna tó við at skula fiska fyri 50.000 krónur hvønn útróðrardag um vit skulu klára hvørjum sítt og tað hava vit klára og gott tað. 7 mans eru við Anru, sum hevur egningarmaskinu og tí ikki egnarar uppi á landi.

Harleywoodpaint