Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útróðrartíðindi

Jóhann Lützen

Norðsøki, Líðhamar og Stakkavík hava landa til NFCS fyrrapartin

 

Norðsøki landaði 5.000 pund har mesti parturin var hýsa (3.900 pund) og síðani toskur. Teir hava roynt í eitt døgn norðanfyri við línu.

Hjá Stakkavík var støðan beint øvugt. Teir høvdu 3.000 pund av toski og síðani 1.200 pund av hýsu. Teir hava eisini roynt norðanfyri í eitt døgn. 

Líðhamar hevði góð 13.000 pund. Toskurin vigaði 1.200 pund og sløk 10.000 pund vóru hýsa. Síðani høvdu teir Hvíting, longu og brosmu inni. Líðhamar royndi vestanfyri. 

 

Harleywoodpaint