Líðhamar 8.300 pund, Norðsøki 5.600 pund og Stakkavíki 5.800 pund.
Vit vóru á støð hjá Líðhamri í gjárkvøldið. Petur Joleiv Svøðstein, skipari lat bara hampuliga væl at fiskiskapinum. Men, hann helt, at sjálvt um Líðhamar í gjár hevði eina lítla helvt av toski av veiðuni, so var hann ikki nøgdur við nøgdina av toski. Kanska áttu vit at havt fýra tons av toski í staðin fyri 4.000 pund. Hetta er gýtingatíð og tað er um hesa tíðina størsti parturin plagdi at vera toskur og minni parturin hýsa. Men, tað vísir seg sum onki er sum fyrr.








