Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Útróðurin í dag 3. mars

Oliver Joensen

Líðhamar hevur verið vestanfyri og hevur ein sera góðan dag, 12.500 pund. Dalsenni og Stakkavík hava eisini selt á fiskamarknaðinum ávikavist 5.800 pund og 5.800 pund.

Bragd er norðanfyri, men honum hava vit ikki frætt frá, eins og Brandur heldur ikki hevur latið hoyra frá sær.

14.30 – Beint nú frættu vit frá Brandi. Janus Sørensen, skipari og reiðari sigur at teir høvdu 6.500 pund í gjár, harav 2.700 pund vóru toskur og í dag 8.000 pund av tí vóru 2.300 pund toskur.

Kundi ikki lata vera, men spurdi um fugl. Jú, segði Janus, eg sá væl av lomviga á vegnum inn. Brandur rør út úr Hvannasundi.