Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útselt til campingøkini á Summar Festivalinum

Jóhann Lützen

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festival við húsvogni

 

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festival við húsvogni.

Tá ið plássini í teimum fimm campingøkjunum herfyri vóru sett til sølu, gekk skjótt at selja tey. Sløk 200 pláss eru til húsvognar, og útselt er.

Húsvognar fara at standa við Norðborg, í Klaksvíksgarðinum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og á Stongunum.

Tjaldpláss eru framvegis eftir í tjaldbygdini, sum verður mitt á festivaløkinum.

Summar Festivalurin verður dagarnar 3. til 5. august.