Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttan at sveitta 1

John William Joensen

Í septembur 2007 byrjaðu vit at taka upp úti í Grøv í Klaksvík. Tað vit tóku upp, vóru likamsvenjingar frá venjingarháttinum KLD-Body.

Tað vit tóku upp, vóru likamsvenjingar frá venjingarháttinum KLD-Body. Hettar venjingarkonsepti eigur Kristian Ludvík Dam, sum er útlærdur Fittness venjari í Danmark.

Tað gekk gott at taka upp úti í Grøv og skjótt so var farið í gongd við at klippa og seta saman. Til upptøkurnar hava vit brúkt Zakarias Hammer og Bjarka Thomsen, og til at klippa til og seta saman hava vit brúkt Regin Toftegaard. Bjarki hevur tikið upp á Føroya Háskúla og Zakarias hevur tikið upp úti í Grøv.

Lær venjingarnar
Vit hava hildið, at tað er sera umráðandi at fólk fáa eina nágreiniliga gjøgnumgongd av venjingunum áðrenn fari verður í gong við at venja. Tann parturin tekur 15 minuttir og eru tað Kristina Dam Jarnfoss, Róðin Dam og Rotha Poulsen sum vísa okkum hvussu tær venjingarnar skulu gerast, meðan Kristian greiður frá venjingunum.

Ger venjingarnar
Filmurin hevur 14 venjingar, ið taka góðar 50 minuttir at gera – um tú gert alt í einum. Hettar eru tær venjingarnar, sum eru upptiknar úti í Grøv. Anna Lis Dam Petersen, Eyðna Festirstein, Kristian Ludvík Dam gjørdu venjingarnar í tí fantastiska flotta nattúru umhvørviðinum úti í Grøv. Áin sum rennur so livandi og sprelsk í bakgrundini, fossarnir sum geva sín serstaka føroyska dám og so tann fabelagtiga brúgvin, sum bara er so flott og vøkur, eru bara nøkur av teim ”baktjøldum”, ið vit hava brúkt til upptøkurnar.

Fákfólk innan venjing og TV
Fákfólk innan sjónvarp í Føroyum, pluss ídni hjá teimum, sum venja og undirvísa í KLD-Body dagliga, eiga stóru æru av tí fyrsta produkti av sínum slag í Føroyum. Ein føroyskt framleiddur venjingar DVD. Ein fantastisk jólagáva til bæði ung, eldri, kvinnur og menn.

Til at staði fyri marknaðarføringini av DVDinum hava vit brúkt Vasti í Klaksvík og Regin Toftegaard sjónvarpsmann.

Útgávurdagur
11. Decembur kl 18 verða tær fyrstu fløgurnar seldar og signeraðar í bakaríinum og matstovuni hjá Jórun í Klaksvík.

Prísur
DVDin kostar bert 295.


Sølustøð

Klaksvík: Hjá Jórun, bakarí og kaffistova . Inn, Sportmaster, Afrodite, Vera Klip, Leikalund, Salong Duett og Elding

Thórshavn: ELding, Expert, H.C.W.Tórgarð , Radiohandilin N. Finsensg

Runavík: Bonus (ikki Bónus), Elding og Salong Eyðbjørg í Saltangara

Suðuroy: Radiverkstaðið, Vágur

Vegna KLD-Body