Sambart Fiskamarknaðinum var sølan hjá bátunum her nakað soleiðis, Brandur 6.600 pund, Bragd 5.400 pund, Dalsenni 4.700 pund, Stakkavík 4.100 pund og Norðsøki 12.900 pund.
Vit tosaðu við Hera Vang á Norðsøka fyri løtu síðani, hann letur sera væl at fiskiskapinum í løtuni, tó manglar toskurin, av teim 12.900 pundunum, sum Norðsøki hevur í dag, eru um 1.100 pund toskur-Hóast makligt hevur verið á Klaksvík seinastu dagarnar, so lat Heri illa at veðrinum norðanfyri, nú hann skiftandi hevur ligið av útnyrðingi og landnyðingi, vit hava fingið væl, men veðrið hevur verið sera ófantaligt.












