Størru útróðrarbátarnir úr Norðoyggju m hava verið í “Deyðseyðahavinum” í nátt, og væl hevur heppnast. Sambært Fiskamarknaðinum, so hevur Brandur lagt 9.000 pund út á søluna, Norðsøki 12.000 pund og Liðhamar 9.300 pund.
Sum skilst, so er Brandur aftur í Hvannasundi, ímeðan Norðsøki og Líðhamar leggja upp í Miðvági.



