Í gjár, leygardagin, varð skipað fyri Garðdegi úti í Grøv. Tað var eldsálin Annika Sølvará, sum við familju stóð á odda fyri tiltakinum.
Sigast má, at tiltakið heppnaðist sera væl, veðrið var av tí allar besta, lýtt og sólglottar. Fólk møttu upp væl fyrireikaði og brúktu tíðina við at seta skjøtul á at fríðka um kirkjugarðin.
Stundir vóru eisini til hugnaligt prát okkara millum, ið ganga omaná enn. Tað var ikki sørt, at fólk hildu, at vit gera ov lítið við at røkja okkara kirkjugarðar. Frammi var eisini í prátinum um at kirkjugarðstoymið hjá kommununi var alt ov illa mannað til at hava allar kirkjugarðarnar í kommununi undir hondum.
Men gott at fyriskipararnir hava kveikt neistan til snøggari kirkjugarðar í kommununi.
Helst verða tey fleiri, sum í heyst fara at ganga sær ein túr í garðarnar at taka hond um egnar matriklar og kanskað annað við.
Annika hevur tendrað neistan, og tað skal hon hava stóra tøkk fyri.















