Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl skipaður ferðafólkaflutningur

Oliver Joensen

Tá Flokksmannadagur var fyriskipaður í Fugloynni leygardagin, varð ikki lendandi hjá Rituni í Hattarvík.

Hann trilkaði lotið ímóti kvøldi tá Ritan skuldi í Fugloynna eftir kanska fleiri enn 80 fólkum, sum skuldu av oynni hendan dagin.

Avgjørt var tí, at Ritan skuldi gera eina roynd at leggja at á Kirkju í staðin. Hetta bleiv gjørt og ein kann ikki annað enn undra á ótrúliga nærlagni ið manning og fólkið á landi leggur í at seta trygdina í hásæti tá skipið verður lagt at og ferðafólk verða tikin umborð og sett í land.

Sum sæst á myndabrotinum, so var veðrið ikki av tí besta. Ferðafólk vóru nærmast “handað” umborð. Áðrenn teir, ið stóðu á landi sleptu ferðafólkunum, skuldu teir umborð hava handfast við ferðafólkið. Eg má siga, at eg sjálvur var í veruleikanum togaður umborð. 

Flott at Ritan hættaði sær at lendingini og væl var fyriskipað og manøvrerað av skiparanum Jógvan Páll Poulsen.

Harleywoodpaint