MEA saman við Center for famileudvikling í Danmark bjóða útbúgvingina “børnegruppe-uddannelsen” í Føroyum.
Nú er møguligt hjá starvsfólkum, ið arbeiða við børnum í skúlaaldri, at taka “børnegruppe- uddannelsen” í Føroyum. Við útbúgvingini kunnu starvsfólk hava samtalubólkar til børn, hvørs foreldur ikki eru saman.
Meira kunning um útbúgvingina er at finna her: https://www.familieudvikling.dk/uddannelse-i-arbejdet-med-skilte-familier/boernegruppeleder/
Nær: 8. – 11. juni í 2020
Hvar: Hotel Hafnia
Tilmelding: https://www.familieudvikling.dk/uddannelse-i-arbejdet-med-skilte-familier/boernegruppeleder/
Tilmeldingarfreist: 1. apríl 2020
Kostnaður: 14.499 kr
Hava tit spurningar, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til leiðaran fyri MEA, Vígdis Skorheim, á telefon 224921 ella á telduposti vigdis@mea.fo
Sitat hjá børnum, ið hava verið í samtalubólkum:
» Tað er deiligt at tosa um nøkur ting, ið mínir vinir ikki skilja heilt, tí tey hava ikki foreldur, ið eru skild «
» Tað hevur verið sera deiligt at vera í samtalubólki, tí nú veit eg, at eg ikki eri tann einasta, sum havi tað so «
» Tað er ringt at tosa við mammu um trupul ting, tá tey truplu tingini eru um hana «



