Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Væl útgivið!

Frímund Hansen

Tað kom fram í Degi og Viku herfyri at stóra trivnarðarkanningin hjá Lóður vísti at borgarar í kommununi halda at ítróttin fer við ov nógvum uppmerksemi og pengum. Ikki samdur. Ítóttin fyllir nógv og tí kann tað tykjast so. Men vit eiga at stuðla ítróttini og fríðtíðarfelagsskapum í endar og kantar. Tað lønar seg aftur í ríkiligt mát í seinna enda.

 

 

Sat sum ungur í nevndini fyri Klaksvíkar Kappróðrarfelag. Minnist hvussu stravið tað var. Høvdu akkurat keypt Kolgarðin og bygdu um til bátarnar. Dagar, kvøld og vikur fóru við at bróta betong niður, soleiðis at pláss bleiv fyri bátunum. Tóku lán við privat kautión til at byggja uppaftur og fíggjaðu alt tað heila við dansi og undirhaldi. Har varð bæra ongin orka eftir til tað, tað heila dreygaði seg um, nemmliga kappróður. Flaggskipið Klaksvíkingur slapp tó ikki ein gong inn, men stóð bundin í ein pela uttanfyri. Slíkt má ikki henda aftur.

Seinni er eitt veruligt neyst bygt við dyggum kommunalum stuðli har ið róðrarfólki stórtrívist. Felagið ber okkum nógvar sigrar til býin og vit stórfegnast øll. Soleiðis skal tað verða!

Ítróttarøki við Djúpumýri er við at taka skap sum ein veruligur miðdepil fyri okkum øll. Elituna sum vil nakað stórt, til vanliga motionistin og vælveru njótaran og til okkum sum mestsum bæra dáma at hyggja at. Og stendur tað til mín skal øki mennast enn meir. So hvørt sum ráðini verða eiga vit at byggja eina leingi tiltrongda fimleikarhøll. Hon má koma. Vit vóru fyrstir við svimjihøll, men enn letur bíða eftir sær felagshølir til okkara stolta svimjifelag, Ægir. Tað skal eisni hugsast inn.

Vit eiga at hugsa stórt við sjálvari fótbólts arenaini. Vit eiga miðvíst at fara eftir at fáa fleiri kampir til KÍ á heimavølli. Tórsvøllur er góður, men hann er í Havn. Tad er bara so.
Eg veit at tað verður nógv kravt frá FIFA og UEFA um nógv ymist sum er ringt at ganga á møti í tí avmarkaða økinum sum er. Men har trúgvi eg at vit við forhandlingum kunnu koma langt. Hava vit sjálvan vøllin í minimum rættari stødd og øll tey basalu tingini sum krevjast til m.a. vaktarhald, pressu og umklæðing v.m. so eru vit har. Vit hava pláss fyri nokkso nógvum áskoðaraplássum um vit offra Atlantis og taka helvtina av Bøgøtu, tó uttan at ganga grannunum ov nær. Hitt við tí uttanfyri vøllin, bussparkering og øðrum sum er viðkomandi í størri londum, mugu vit kunna forhandla okkum frá. Annar logistikkur er ikki til tað heldur. Tað er avmarka hvat ið Norrøna og Atlantic klára at føra til landi, so tað gevur seg sjálvt hvør tørvurin á tí er.

Skjótiítróttin er vælumtøkt ítróttargein í Føroyum og hevur hon eisini áhugað millum norðoyingar. Eg veit at ymisk støð hava verið uppá tal til skjótibreyt, men enn er lítið hent. Her mugu vit finna eina loysn. Eitt skjótifelag er beint hinumegin leirvíksfjørð. Møguliga burdi vit samstarva um breyt og felag.

Men í heilataki eri fult út við uppá at stuðla ítróttini.

 

Tað er har eg eri!

 

Frímund Hansen