Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað barnatiltak í Badmintonhøllini

Norðlýsið – myndir Dávur Winther

Norðlýsið skipaði fyri ókeypis barnatiltaki í Badmintonhøllini í dag, og sigast má at tað var sera væl eydnað og vitjað.

Fleiri hundrað børn og vaksin hugnaðu sær gjøgnum allan dagin. Meðan børnini hoppaðu í hoppiborgum ella á annan hátt spældu á gólvinum, sóðust nógv vaksin njóta ein kaffimunn og eitt gott prát í café´ini, sum var væl skipað av Mimmy og Café Fríðu.

Á pallinum fingu børnini – og tey vaksnu – framúr undirhald frá Bubu og “Rógva og Drekin”.

Børnini livdu seg veruliga inn í søgurnar, sangirnar og ikki minst stuttligu framførslurnar hjá bæði Rógva og Bubu.

Vit á Norðlýsinum eru ómetaliga glað fyri dagin, og takka øllum, ið vitjaðu, og øllum teimum góðu stuðlunum, sum gera slíkt tiltak møguligt.

Stuðlað tiltakinum hava:

EFHO

NORÐHÚS

KANJON

JFK

LÍV

NORÐOYA SPARIKASSI

BETRI