Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað tiltak fyri íverksetarar

Helgi Abrahamsen

– Hvussu fái eg fígging?

Hvussu finni eg ein íleggjara?

Hvørji eru krøvini til mín sum íverksatara?

Spurningarnir eru nógvir hjá teimum, sum ganga við vinnuligum hugskotum.

Hósdagin 4. februar skipaðu Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri einum felags kunnandi fundi um føroyska fígging og ílegging. Fundurin var í hølunum hjá Eik banka í Klaksvík.

Tey sum greiddu frá vóru Brynhild Absalonsen, samskipari í Vinnuframa, Vivi Egholm, ráðgevi í Framtaki og Hilmar Sam Lamhauge, vinnukundaráðgevi í Eik.

Eini 30 – 40 fólk vóru møtt til væleydnaða tiltakið. Tey flestu vóru úr Norðoyggjum, men eisini vóru fólk komin aðrastaðni frá.