Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Væleydnað Torravika 2022

klaksvik.fo

Torraskráin í ár gav bæði innlit í okkara søgu og í nútíðina. Fyri okkara fiskivinnuhøvuðsstað hevur hetta alstóran týdning, tí vitanin um tilfeingið skal bæði varðveitast og mennast, og er tað eisini eitt av endamálunum við Torravikuni. Og sigast má, at áhugin fyri bæði tí gamla og tí nýggja var stórur, tí øll tiltøkini hava verið sera væl vitjað.

 

Tað er langt síðan, at kommunan hevur skipað fyri almennum tiltøkum, har fleiri enn 100 fólk hava verið savnað, tí var tað gleðiligt at síggja so nógv fólk til ymisku tiltøkini. Til nøkur fleiri enn 100.

Á skránni vóru áhugaverdar frásagnir, fyrilestrar og ikki at gloyma fiskivinnutingið, sum eisini í ár savnaði nógv fólk í snotiligu miðhøllini á Skúlatrøð. Harumframt var tónleikur, felagssangur og framsýningar bara fyri at nevna nakað úr rúgvusmiklu skránni.

Tíverri vóru nakrar avlýsingar, men fyrilestrarnir um Stellurnar, brúðurnar í Roskilde dómkirkju og fyrilesturin um, hvussu gongur á Mars vera á skrá seinni. Nærri kunning um stað og tíðspunkt kemur seinni.  

Gongst alt sum ætlað, so vera Torradagarnir aftur á skrá 20. – 25. februar 2023.

Takk fyri í ár.