Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnaður ráðleggingardagur

klaksvik.fo

Øll starvsfólk á dagstovnum og kommunala trivnaðarøkinum vóru í dag til ráðleggingardag í KFUM&K í Klaksvík, har sjónyekan m.a. varð sett á verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, sum Klaksvíkar kommuna er partur av.

Saman við Fólkaheilsuráðnum og 17 øðrum samstarvsfeløgum er Klaksvíkar kommuna partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum leggur dent á trýbýtta boðskapin: ver virkin, ver saman, ver hugbundin. Fyrraparturin á ráðleggingardegnum var halgaður ABC-verkætlanini burturav við tað, at Monika Mohr, verkætlanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum legði fyri við framløgu, og síðan fylgdu Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna og Anja Olsen, samskipari av ABC vegna Klaksvíkar kommunu upp við framløgu um, hvør ætlanin hjá kommununi er við at vera við í verkætlanini.

Fjølbroytt skrá 
Umframt tær báðar fyrstu framløgurnar um ABC fyri sálarliga heilsu, vóru eisini fleiri onnur áhugaverd innlegg á skránni. Niels Juel Arge, leiðari í Fjallafípúni legði fram um trivnað millum børn við útgangsstøði í “Betri vinir”, sum er átak hjá Barnabata móti happing. Hanus á Gørðum, sóknarprestur legði fram undir heitinum “Mín næsti í við- og mótgongd”, og seinasta framløgan var við Óla Rubeksen, SSP ráðgeva, sum legði fram um SSP-arbeiðið. Eftir trivaligt fakligt innspark endaði dagurin við gestarøðu, har Bill Justinussen vælupplagdur við hugleiðingum og hermi legði námsfrøði, javnstøðu og onnur áhugaverd evni undir lupp.

Ráðleggingardagar verða vanliga hildnir á hvørjum stovni sær, men ársins útgáva var serlig á tann hátt, at ráðleggingardagurin var felags fyri allar dagstovnarnar og starvsfólk á trivnaðarøkinum hjá kommununi, og samanumtikið eydnaðist dagurin avbera væl.