Sjómannadagurin, ið hildin varð alla viku 33, var enn eina ferð væl eydnaður, og var bert smávegis ávirkaður av ringa veðrinum, sum annars hevur verið. Tað góða gamla, sum riggar, var við, og sjómannadagurin endurnýggjaði seg eisini við nýggjum innsløgum.
Nú nakrir dagar eru gingnir og inntrykkini hava sett seg eftir Sjómannadagin, er ikki annað at gera enn at tríva í pennin og við takksemi líta aftur á eitt tað mest savnandi tiltaki vit eiga á Føroya landi.
Hin føroyski sjómaðurin ger ikki nógv um seg. Hann fyllir ikki nógv í býarmyndini, tí stóran part av árinum er hann staddur á sjónum, har hann forvinnur bæði til egna familju, egið arbeiðspláss og til alt tað føroyska samfelagið. Teir verða sjáldan tiknir upp á ráð av politisku skipanini, og tíverri hevur tað til tíðir verið so sum so við virðingini fyri teirra yrki.
Føroya Sjómannadagur hevur til endamáls at broyta hetta og at geva føroyska sjómanninum ta virðing, hann hevur uppiborið. Í eina heila viku í august verður sjóneykan sett á fiskivinnu og aðra sjóvinnu í Klaksvík, og í ár vóru sjálvt veðurgudarnir við upp á tað, í øllum førum lutvíst. Tað eydnaðist ikki at søkkja Helenu á Borðoyarvík sum ætlað, og leygardagurin var gráligur og hevði okkurt ælið, men annars var á góðari leið.
Dagarnir byrjaðu við fyrilestri í Sjónámi tvey kvøld á rað, har evnini vóru vinnukaving og veðurviðurskifti, og mikukvøldið var stóra tiltakið Fiskivinnutingið sett. Væl varð møtt upp av fólki til øll trý tiltøkini, ið vóru væleydnað og siðilig. So var ein lítil steðgur hósdagin, tá søkkingin skuldi havt verið, so fólk fingu stundir til at hyggja at dystinum hjá KÍ í Bosnia-Herzegovina, sum tíverri ikki gekk, sum vit høvdu vónað.
Stóri dagurin var sum vant leygardagin, og tað øgiligt at síggja, hvussu Hanus Hansen og Kristian Martin Rasmussen tuskaðust við at roykja makrel og gera fisk og chips. Reiðararnir vóru mitt í rokanum millum starvsfólkini og lyftu sín part av uppgávuni og nakað væl tað. Hugaligt at vera vitni til.
Á fyrsta sinni varð skipað fyri stóru kokkakappingini Arctic Young Chef, sum er eitt trípartasamstarv millum sjómannadagin, NORA og Tekniska Skúla. Tilsamans 5 kokkar kappaðust um at vinna heiður, og tá alt varð borðreitt og smakkað, gjørdist tað Sebastian García, kokkur úr Mexico, sum starvast hjá Ræst í Tórshavn, ið dró longsta stráið og vann. Á øðrum plássi kom Jógvan Winther Poulsen, sum arbeiðir á The Shrimp í Keypmannahavn. Bæði borgarstjórin í Klaksvík og landsstýrismaðurin í vinnumálum høvdu leitað sær niðan á Tekniska Skúla, har kappingin varð hildin, og síðstnevndi handaði eisini heiðursmerki til kokkarnar.
Heiðraðir vórðu eisini teir fýra, sum við tyrlu bjargaðu flestu av manningini umborð á Kambi, tá Kambur sakk 6. februar. Teir vóru Andreas Mouritsen, tyrluskipari; Hallur Jensen, stýrimaður; John Johannesen, kranaførari og Bjørn Sjúrður Patursson, bjargari. Hetta undirstrikaði stóra týdningin, sum ein vælvirkandi bjargingartænasta hevur fyri lív og heilsu hjá okkara sjófólki, og prógvaði, at vit kunnu hava álit á bjargingartænastuni, tá ið á stendur. Ein vøkur og rørandi løta.
Sjómannadagarnir, ið eru rúsfríir, endaðu við andaligari føði sunnudagin 18. august, tá ið guðstænasta var í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett, sjómansmøti var við John Kára Jacobsen, skipara, og sunnudagsskúlin í Betesda byrjaði aftur eftir at hava verið í summarsteðgi.
At so mong taka so væl og sjálvboðið undir við Føroya Sjómannadegnum, og at dagurin framvegis dregur so mong vitjandi til sín, gevur hug og áræði til at halda fram. Tøkk skulu tit øll hava fyri tað, og nevndin fyri Sjómannadagin hevur longu boða frá, at Sjómannadagur verður aftur leygardagin 23. august í næsta ár.




