Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vælferðarlóg og bústaðaravbjóðingin

Norðoya Javnaðarfelag

Norðoya Javnaðarfelag skipar politiskum fundi mikukvøldið tann 28. november kl. 20.00 í Miðstovuni í Klaksvíkshandlinum.

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna greiðir frá uppskotinum til vælferðarlóg, ið kemur at nýskipa almannaøki soleiðis at vit fáa eina tíðarhóskandi lóg, ið er laga til føroysk viðurskifti.

Eisini verður greitt frá hvat samgongan ætlar at gera fyri at loysa avbjóðingarnar á bústaðarmarknaðinum.