Føroyarmeistararnir úr KÍ eru á stórskerminum í kantinuni hjá Føroya Tele í Tórshavn.
Rembingarnar eru ikki hildnar uppat, eftir stórsigurin hjá KÍ móti B36 leygardagin. KÍ fekk sítt átjanda meistaraheiti í hús og rómurin í Gundadali helt á við gullveitslu og gulldansi til teir smáu tímarnar sunnumorgun.
Í kantinuni á Føroya Tele njóta tey júst nú døgverðan og afturvið eru Føroyameistararnir á stórskerminum aftanfyri tey.
Okkara maður Oliver Joensen eigur myndina, vit á Norðlýsinum læntu teimum myndina.





