Sunnudagin 19. juli bjóðar samkoman Betesda øllum børnum í sunnudagsskúlaalduri til eitt spennandi tiltak í badminton- og KÍ-høllini.
Tiltakið byrjar kl. 13:00 og verður liðugt kl. 16:00. Evnið fyri dagin er “at halda út”.
Á skránni verða sangur, drama, spøl, OL-dansur og kappingar. Eisini fáa børnini okkurt leskiligt.
So verið hjartaliga vælkomin til eitt ógloymandi tiltak!




