Nú um dagarnar var ein nærmast syrgilig valsending úr Danmark, har rættuliga stór fjøld av fagrasta skúlaungdómi var komin til politiskan vælfund. Tað, tey mest høvdu upp á hjarta, tá íð ein hoyrdi tey, minti mest um psykiskar heilsutrupulleika og partvís sálarliga. Tey ynsktu eina hjálpandi hond fyri at tola at halda lívið út í teirra eitt av heimsins ríku londum. Ein legði merkið til, at bert eitt av valevnunum helt, at tíð var upp á at finna fram til orsøkina til ungdómstrupulleikan og fara yvir til at viðgera sjúkuorsøkinar heldur enn eyðkennini.
Ein kann halda, hvat ein vil í hesum førinum, men hugsan mín fer til sekuleru heimsmyndina, sum eins og heilivágur er nýttur til ungdóm frá barni av. Gud verður avnoktaður, lærdir háskúlar og fróðskaparsetur eru vorðin til av sær sjálvum hava tí onga meining, plan ella ætlan. Tað, sum finnist í universinum, hevur heldur onga yvirorðnaða meining. Lívið er vorðið til við natúrins egnu mekanismun.Skaparin avnoktast. Lívsins margfeldið er eitt úrslit av útviklingslæruni. Menniskjan er ikki skapað í guds mynd, men útviklað seg frá apunum. Objektivur moralur og sannleikið avvísast. Etikkur definerast av menniskjum og samfelagnum. Sterkar kreftir ímillum okkum eru í ferð við at avvísa kristnan etik
Her líka áðrenn 2023 síggja vit, at allur hesin intelligenti filosofiski heilivágur hevur koyrt milliónir av fólki og familjum út av vegnum og í grøvina, enntá heilar tjóðir.
Tann kristna heimsmyndin fortelur okkum, at Kristus er loysnin av øllum trupulleikum menniskjans. Í sambandi við kristnu trúnna er Jesus Kristus sonur Guds, sum kom higar til okkara fyri at frelsa okkum frá fortapilsi og fyri at geva menniskjum eitt gott lív í allar ævigir.
Kristin trúgv ber boð um at nærmast allar líðingar menniskjans skyldast egnan óndskap hennara. Tørvandi Gudstrúgv megnar ikki at beina óndskapin av vegnum.
Kristin trúgv bíður troyst í líðing og mótgongd og til seinast æviga frelsu.



