Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vakrasti urtagarður

klaksvik.fo

Kappingin um vakrasta urtagarð í Klaksvíkar kommunu

 

Møguligt er at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, og/ella at melda ein tú kennir, til vakrasta urtagarð 2024. Allir havar kunnu vera við. Lítlir, stórir, krukkuhavar v.m.   

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo 

Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður

Tey sum verða innstillað blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka.
Freistin at melda til er 7. juni 2024

Dómsnevndin

  • Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini
  • Hans Hjalti Skaale, býargartnari
  • Karl Heri Joensen, uttanveltaður serkønur persónur

Dómsnevndin kemur at hava 1-2 skoðanir í gjøgnum summarið, har man vitjar urtagarðarnar og í august 2024 verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:

  • Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
  • Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
  • Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
  • Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
  • Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.