KSS er dømi um fyritøku, ið av álvara hevur troytt vakstrarmøguleikar innan maritimu tænastuvinnuni. Upp á 10 ár eru bæði umsetningur og starvsfólkahópur fleirfaldaður.
Hesa vikuna kom Vakstrarforum løgmans við teim seinastu av seks frágreiðingunum um vakstrarmøguleikar og tilmælum til at troyta hesar. Fyrr í vetur kom annar arbeiðsbólkur í Vakstrarforum við frágreiðing um martitimu tænastuvinnuna. Frágreiðingin eyðmerkir fleiri vakstrarmøguleikar, ið blíva viðgjørdir her.
Sleipistøðin veksur og kann vaksa
Klaksvíkar Sleipistøð, eisini nevnd KSS, hevur gagnnýtt vøksturin í føroyska samfelagnum síðsta áratíggjuni til veruliga at vaksa um lokalu maritimu tænastuvinnuna. Tá Frimodt Rasmussen yvirtók fyritøkuna í 2011 starvaðust færri enn 20 starvsfólk á skipasmiðjuni, meðan KSS í dag telur áleið 70 starvsfólk, harav fleiri eru útlærd á smiðjuni. Samstundis er umsetningurin fleirfaldaður við góðum fíggjarligum úrslitum, sum eisini síggjast aftur í stórum og dýrum útbyggingum av kapasitetinum.
Stóru útbyggingarnar bera boð um eitt framfýsni, har fyritøkan sær møguleikar fyri enn størri virksemi og tænastuveitingum. Hetta krevur eisini miðvísa sølu og marknaðarføring, sum KSS eisini troytir við luttøku á altjóða sølumessum her heima og í grannalondunum ber boð um. Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum í Vakstrarforum ber boð um, at KSS kann troyta enn fleiri vakstrarmøguleikar. Fyritøkan hevur sýnt í verki, at hon er geara til tað.
Arbeiðsbólkurin eyðmerkir rák og møguleikar
Frágreiðingin skuldi vísa á vakstrarmøguleikar í maritimu tænastuvinnunum. Bæði lýsa verandi útflutning av vørum og tænastum, og ótroyttar møguleikar fyri øktari samvirkan í vinnuni. Hugsað verður m.a. um nýggj vinnuøki innan skipasmíð og grønar orkuútbyggingar, niðurtøku av gamlari tøkni, tænastur til ferðsluna í Norðuratlantshavi v.m. Yvirhøvur møguleikar, har førleikar í vinnuni og landafrøðiliga støða Føroya verða gagnnýtt til fulnar.
Arbeiðsbólkurin í Vakstrarforum løgmans, ið hevur viðgjørt vakstrarmøguleikarnar í veitingarvinnuni var manna av Esther Dahl, Faroe Ship, Suni Justinussen, JT Electric Jens Meinhard Rasmussen, Skansi, Gudny Langgaard, Nema, og Mouritz Mohr, MEST. Ester Dahl var forkvinna, meðan Bjarni Mortensen hevur verið skrivari.

Grøna orkuskiftið er vakstrarhøvi
Arbeiðið at mótvirka veðurlagsbroytingum setir eisini dagskránna innan tær maritimu vinnurnar og maritimu veitaravinnurnar. Málið er, at útlátini skulu minkast við í minsta lagi 50% í 2050. Umframt reiðaríini, so hava veitarar av tøkni og øðrum tænastum ein avgerandi leiklut í arbeiðinum at røkka málinum.
Nógvar av teimum teknisku loysnunum eru ikki kendar í dag. Tænastuveitarar við serkunnleika fara tó heilt vist at hava sínar týdningarmiklu leiklutir í hesari menningini. Tí er neyðugt at stuðla undir, at føroyskar fyritøkur eru nóg dugnaligar til at nýta stóru menningarmøguleikarnar í tilgongdini mótvegis burðardyggari sjóvegis flutningi, fiskiskapi og alivinnu.
Eitt dømi um verkætlan fyri størri burðardygd er grøna tvíkiljan, sum burturav nýtir elorku, og sum verður bygd í Føroyum til alivinnuna. Talan er um verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava tikið stig til. Báturin verður smíðaður til Bakkafrost. Verkætlanin fær 4 milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Tøkniliga er talan um eina loysn, ið í stóran mun byggir á, at kend tøkni verður sett saman á nýggjan hátt. Hendan verkætlanin kundi verið ein fyrimynd fyri, hvussu burðardyggar loysnir kunnu mennast í Føroyum.
Rigga til at rigga av – fyri milliardir
Eitt av mest ítøkiligu tilmælunum í frágreiðingini snýr seg um nýggja blómandi vinnu, sum tó hevur eitt so neiligt heiti sum avrigging. Avrigging er at taka niður, burturbeina og endurnýta oljupallar og -útgerð, ið hevur tænt fyri seg.
Hetta er ein nýggj og spennandi vinna, sum kann hava nógv at bjóða fyri føroyska vinnu. Mett verður til dømis, at í Norðsjónum fara at verða brúktar uml. 150 mia. kr. komandi 10 árini til avrigging.
Ein møguleiki er, at smærri oljupallar, ella partar av størri oljupallum, verða tiknir til Føroya. Stórur partur av arbeiðinum snýr seg um logistikk og fyriskipan Uppgávan krevur nógv starvsfólk, stórt fysiskt øki umframt vitan og førleikar innan umhvørviskrøv.
FOÍB í løtuni ger eina frágreiðing fyri Sjóvinnufelagið um avrigging. Frágreiðingin verður liðug í summar.
Spennandi verður tí at fylgja gongdini næstu árini, um myndugleikar megna at skapa fortreytirnar og karmarnar fyri, at maritima tænastuvinnan kann blóma enn meira. Eisini uttanfyri landoddarnar. Hvør veit, um KSS næstu 10 árini ikki kann fleirfaldast í vavi – enn einaferð.




