Í skýmingini gekk eg ein túr út á Oyrar við myndatólinum. Eitt sera vakurt kvøld. Sum øll vita, so er tað balsam fyri sál, sinn og likam at fáa upp í lag at ganga ein túr.
Tað setiir eisini gongd á hugflogið. Seinastu myndirnar á hesum myndasavninum komu mær til hugs. Júst í gjár fyri 10 árum síðani tók eg hesar myndirnar av gomlu tyrluni, ið hevði fingið “forfall”. Á tí eini myndini sæst Kristian Høgnesen, sáli á knallert framvið tyrluni, har er munur á “horse power”.




























