sigur Kristin Michelsen, sum bjóðaði sær at stuðla samgonguni eftir at hann var tveittur úr Javnaðarflokkinum.
– Eftir at leiðslan í Javnaðarflokkinum hevði tveitt meg úr flokkinum valdi eg at geva samgonguni enn ein møguleika afturat. Eg gav Rutt Vang lyftið um at stuðla samgonguni um tey gingu við til at framskunda Fámienstunnilin. Men sum eg skilti høvdu tey valt at taka av einum tilboðið frá Magna Laksáfoss um nakrar vindmyllur ella onkur líknandi grøn verkætlan sum hann hevur ætlanir um, sigur Kristin Michelsen, sum nú er í valbólki saman við andstøðuni eftir at leiðslan í Javnaðarflokkinum á lukkaðum tingbólkafundi avgjørdi at tveita tinglimin og borgarstjóran úr Javnaðarflokkinum.
Fríggjadagin atkvøddi suðuroyartingmaðurin saman við andstøðuni tá formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nilsen, koppaði Rutt Vang úr Framsókn úr formanssessinum í fíggjarnevndini.
Løgmaður skuldi eftir ætlan luttaka í hátíðarhaldi hjá Varðanum á Tvøroyri í gjár men avlýsti í seinastu løtu.



