Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfundur á Kambsdali týsdagin 6. desember

Jóhann Lützen

Miðnám á Kambsdali bjóðar altíð floksforfólkunum at luttaka á fundum stutt undan valdegnum, og soleiðis verður tað eisini hesaferð.

Løgtingsvalið verður hósdagin 8. desember, og fundurin, sum Miðnám á Kambsdali skipar fyri, verður týsdagin 6. desember klokkan 11.45. Tað eru omanfyri 600 næmingar og starvsfólk í Miðnámi á Kambsdali, og fundurin er fyrst og fremst fyri teimum, men øll onnur, sum hava áhuga, og sum hava møguleika at møta á politiskum fundi á middegi, eru vælkomin at møta upp.

Á fundinum fara at luttaka Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Høgni K. Hoydal, formaður í tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Fundurin verður skipaður á tann hátt, at tá ið floksumboðini hava havt stutta framløgu, verða tað næmingarnir í Miðnámi á Kambsdali, sum fara at seta politikarunum spurningar, og so verður orðaskifti við støði í spurningunum. Eisini verður skipað fyri atkvøðugreiðslu millum næmingarnar.

Tað hevur áður víst seg, at umframt oddafólkini í flokkunum, so plaga nógv onnur valevni at vera á fundinum og at nýta høvið at práta við áhoyrararnar og at geva teimum upplýsandi tilfar um valevni og flokkar, og soleiðis fer tað eisini ivaleyst at vera á almenna fundinum, sum Miðnám á Kambsdali skipar fyri í ítróttarhøllini á Kambsdali týsdagin, 6. desember klokkan 11.45.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Miðnám á Kambsdali