Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VALFUNDUR UM FÓLKASKÚLAN Í AULUNI Á NÁMSVÍSINDADEILDINI HÓSDAGIN 1. DESEMBUR KL. 15.15

Árni Winther Jákupsson

Fólkaskúlin er grundin undir vælferðarsamfelagnum. Tað halda vit undirritaðu, sum hósdagin 1. desembur kl. 15.15 – 17.00 skipa fyri valfundi um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini, har almenningurin og umboð fyri allar politisku flokkarnar eru boðin við.

Skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Tí ynskja vit kjak um fólkaskúlan, og tey viðurskifti hann virkar undir.

Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin. 

Læraraútbúgvingin hevur meir enn 150 ár á baki, Lærarafelagið er næstelsta fakfelag í landinum, og í 2006 fingu vit Heim og Skúla, tí kunnu vit í dag ditta okkum at spyrja:

–           er fólkaskúlin vorðin eitt prosjekt hjá seráhugamálum í dagsins samfelag, ella um skúlin er trygdin fyri dannilsi, fólkaræði, samhaldsfesti og samfelagsmenning í komandi tíðum?

Hevur tú hug at hoyra, hvat valevnini hugsa um fólkaskúlan? Ella kanska hevur tú spurningar til valevnini? Jamen, so er at koma í auluna á Námsvísindadeildini hósdagin 1. desembur klokkan 15.15.

Birgir Kruse er orðstýrari.

Tiltakið verður stroymt.

Føroya Lærarafelag               Námsvísindadeildin               Heim & Skúli