Stóra felags valkafé’in undan býráðsvalinum týsdagin 12 november verður í Varpinum í kvøld kl. 19
Valfeløgini, Norðlýsið og Varpið samstarva um valkafé’ina. Hesin leistur varð fyrstu ferð royndur seinasta sunnukvøld og heilt nógv fólk vitjaðu.
Nú eru bert tveir dagar til veljarar skulu í boksina at atkvøða og tí er endaspurturin av álvara farin í gongd, har tey 41 uppstillaðu gera sítt ítarsta at vinna veljarans álit.
Høvið verður at heilsa uppá valevnini í valkafé’ini í kvøld.
Norðlýsið fer at senda beinleiðis frá valkafé’ini, har vit hava samrøður við valevnir og veljarar. Vit hoyrast á FM 98,7 og vit at trýsta á “Live” leinki omanfyri her frá kl. 19.00




