Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík

Jákup Ósá

118 fólk fleiri hava atkvøtt í Klaksvík kl. 18.00 ímun til í 2022.

Tað er framvegis størri vallutøka í Klaksvík enn í 2022. Kl. 18.00 høvdu 118 fólk fleiri valt. Í mun til vallutøkuna høvdu 68,2 % valt sum er 2,5 % hægri, tá kl. var 18.00. 2650 fólk høvdu valt ímun til 2532 í 2022. 

Spurningurin er so, um veðurforsøgnin spælir ein leiklut. Tí sagt hevur verið í allan dag, at veðrið blívur verri gjøgnum dagin og serliga síðstu tímarnar. Í Klaksvík er veðrið versnað nógv í kvøld ímun til í dag, tá góðveður var.