Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Valluttøkan hægri í ár

Jóhann Lútzen

Hóast tað í allan dag hevur verið ført fram, at vallutøkan fór at gerast lægri enn undanfarna fólkatingsval, so kundi Eydna Thomsen, forkvinna í valstýrinum fyri lítlari løtu síðani staðfesta, at valluttøkan gjødist størri tá ið samnaum kom.

Valluttøkan til seinasta fólkatingsval var 66,2%, og kl. 20.00 í kvøld varð valluttøkan komin upp á 70,3%.

Í ár hava 2.674 greitt atkvøðu á valstaðnum og 126 brævatkvøður.

Á seinasta fólkatingsvali vóru tað 2.446, ið greiddu atkvøðu á valstaðnum og 134 brævatkvøður.

Eydna Klakstein Thomsen, forkvinna í valstýrinum, sigur við Norðlýsið, at endaliga úrslitið væntast at verða klárt kl. 22.00.