Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Valskeiðið komið í helvt – hvussu hevur hildnast?

Jóhann Lützen

Nú eru 2 ár liðin síðani valið, og síðani miðskeiðis í september hevur ABH-samgongan stýrt Føroyum. Tíðarskeiðið er nógv merkt av force majeure-fyribrigdinum Corona, men kortini er neyðugt at hyggja at realpolitikkinum. Hvat er komið burturúr seinastu tveimum árunum, serliga tá vit hyggja at, hvat samgongan setti sær fyri? Vit hava hugt at avrikunum og stevinum hjá ABH-samgonguni seinastu tvey árini og Norðlýsið ger sína meting.

Fólkaflokkurin legði til brots á tann hátt, vit best kenna hann fyri. Í 2011 var valið 29. oktober, men longu áðrenn jól hevði hann gjøgnumført ein heilan skattareform við (semi-)flatskatti og forskatting av pensiónum. Og so væl varð ritað í stein, at hóast andstøðan lovaði at rulla alt aftur, so megnaði hon tað ikki. Einans smávegis justeringar eru gjørdar síðani.

Hendan sama effektivitetin demonstreraði Fólkaflokkurin aftur í 2019. Nýskipanin, sum tók CEF-samgonguni 2½ ár at gera, varð nullifiserað uppá 2½ mánað. Og aftur ritað í stein, soleiðis at ein komandi samgonga ikki fær broytt hana í sínum egna valskeiði. Her vísir Fólkaflokkurin styrki og handlikraft, og veljarakanningarnar fara eisini væl við honum. Økið almannamál er kanska atypiskt fyri Fólkaflokkin at umsita, men har hevur landsstýriskvinnan eisini handlað, m.a. við bústaðarpakka og nýggjum heimi fyri seinheilaskadd. Fólkaflokkurin hevur staðið royndina.

Miðflokkurin hevði eina meira trilvandi byrjan. Hann kravdi afturrulling av hjúnabandslógini og sendistovu í Jerusalem, men fekk hvørki. Síðani hevur hann verið í andglettinum fyri vantandi filmsstuðul heilar tvær ferðir, men júst tað tykjast veljarar Miðfloksins ikki at vera harmir um. Eisini megnar Miðflokkurin effektivt at bremsa fleiri rættindum til samkynd, her tó hjálptir av Fólkaflokkinum. Tað er lítið at ivast í, at miðflokkaveljarar sum heild eru nøgdir við sín flokk, hóast veljarar hjá øðrum samgonguflokkum og andstøðuni finnast at.

 

 

Hjá Sambandsflokkinum er tað øvugt. Hann byrjaði sum ein flokkur við handlikraft, ið forðaði afturrulling av hjúnabandslógini. Eisini undir Corona, sum serliga hevur sorterað undir Bárði á Steig og Kaj Leo Johannesen, var fyrsta árið væl og virðiliga góðtikið. Men serliga síðani mai 2021 er flokkurin komin út á eitt skráplan.

Ørkymlandi útmeldingar um Coronatiltøk vóru eitt. Summarstevnurnar máttu avlýsast, men opnast kundi væl fyri ferðafólki. Festivalarnir máttu avlýsast, men tiltøkini, har løgmaður sjálvur var í fokus – drotningavitjanin og ólavsøkan – kundu væl haldast. Her var talan um stak klossut handverk. Eisini hevur løgmaður havt trupult við at seta seg í respekt millum síni egnu. Her verður bæði hugsað um landsstýrismannin hjá Miðflokkinum, ið uttan avleiðingar kundi ganga beint ímóti Coronastrategiini hjá Landsstýrinum og aftur nú viðvíkjandi afghanskum flóttafólki. Og um Johan Dahl, ið somuleiðis uttan avleiðingar kundi atkvøða saman við andstøðuni og sigur seg kunna gera tað aftur.

Sambandsflokkurin hevur tó ávís avrik at vísa á, t.d. hevur Kaj Leo Johannesen fleiri munadygg átøk gjørt á heilsuøkinum, eins og flokkurin hevur hildið lyftini um CPR-nummur til føroyingar, NemID og kontantlógina. Men onnur mál lata bíða eftir sær og hava gjørt tað leingi, t.d. viðgerðartrygdin, grøna orkuskiftið og málið um gongd í haga, ið eitt sindur skemtingarsamt kann sigast at vera ein gamal travari eftirhondini. Bíðilistarnir á summum økjum innan heilsuverkið eru enntá longdir heldur enn styttir, einamest tí Coronafarsóttin hevur órógvað, meðan aðrir eru styttir, eitt nú til skanning og neurologi. 

At síggja til er Fólkaflokkurin tann sterki flokkurin í samgonguni. Sambandsflokkurin er tann diplomatiski, ið gongur uppá kompromis, ið til tíðir eru mótstríðandi. Og Miðflokkurin koyrir solo, men verður løntur fyri júst tað. Flestu veljarakanningarnar hava eisini Fólkaflokkin standandi í stað, Sambandsflokkin til eina afturgongd, og Miðflokkin til eina framgongd.

Sum heild hevur samgongan staðið royndina við at hava gjøgnumført sín politikk og stýrt í truplum tíðum. Tað má ikki undirmetast. Og serliga Fólkaflokkurin hevur hildið flestøll síni vallyfti; okkurt írestar, men har er ein helmingur eftir av skeiðnum. Sambandsflokkurin hevur hildið summi av sínum, men hevur ikki verið so sannførandi í serliga 2021, meðan Miðflokkurin hevur sett síni fingramerki, og væl tað, á samgongupolitikkin.

Um samgonguflokkarnir vóru uppi til einsæris próvtøku, fekk Fólkaflokkurin helst eitt 10-tal, Sambandsflokkurin eitt 4-tal og Miðflokkurin eitt 7-tal. Er talan um bólkaavrik, lenda teir á einum samlaðum 7-tali. Væl og virðiliga góðtikið, men við fleiri skeinum í lakkinum.