Rakstur og bakstur hvørt um annað, tá vit vitjaðu á Klaksvíkar Sleipistøð fyrrapartin
Tað er eftirhondini vorðin ein siðvenja, at køkur og annað gott verða brúkt sum agn í valstríðnum í Klaksvíkar kommunu. Valevni koyra runt á virkir og stovnar við vælsmakkandi bitunum. Hetta er ein sjarma í valstríðnum.
Norðlýsið vitjaði á KSS fyrrapartin har fleiri valevnir úr ymsum kommunum arbeiða. Frimodt Rasmussen, ið sjálvur er løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, hoyrir nógv um kommunalpolitikk í hesum døgum frá hansara starvsfólkum, sum ætla sær inn.
Tað var tó ein uttanífrá, Andreas Josephsen, valevni fyri Sjálvstýri, sum kom á gátt við munngóðum. Hýrurin er óførur, nú minni enn eitt døgn er til valhølini lata upp.




