Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vanaligt fiskarí við snelluni

Oliver Joensen

Norðsøki var íslandstúrar við snellu í summar. Síðani hildu teir summarfrí og nú áðrenn teir fóru at taka snellurnar niður aftur, gjørdi Heri Vang skipari av at gera eina roynd við snelluni í djúpum undir Føroyum.

Fyri løtu síðani tosaðu vit við Hera Vang, skipara og reiðara á Norðsøka. Nei, sigur hann, tað hevur onki gingið. Vit hava nú roynt í tríggjar dagar og hava bert eini 1000 pund í lastini, kanska 400 pund av hýsu og 200 pund av toski, restin er upsi og longa. Ætlanin hjá okkum var at fara á djúpt at royna. Vit byrjaðu eysturi í Holinum, men har fingu vit onki, síðani hava vit verið sunnanfyri og í dag norðanfyri. Tað hevur viðrað somikið illa, at vit eru ikki slopnir út á djúpt vestanfyri. Tað skal helst vera hampuligt veður tá ein fiskar við snellu á djúpum vatni.

Á Fiskamarknaðinum hava línubátarnir Stakkavík og Dalsenni givið upp ávikavist 6.600 pund og 6.900 pund-

Harleywoodpaint