Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vandamiklastu londini

Tíðindaskriv

Í ár verður Alheimslistin 2022 hjá Open Doors – eisini nevndur World Watch List –  lagdur fram beinleiðis á Facebook og YouTube mikudagin 19. januar kl. 17.00.

Alheimslistin varpar ljós á tey 50 londini, ið tað er vandamiklast at vera kristin. Open Doors almannakunnger listan á hvørjum ári.

 

Á skránni verður:

  • Framløga av alheimslistanum 2022.
  • Hugt verður eftir londum, ið kristin uppliva størstu forfylgingina.
  • Innlit í rakið, sum hevur merkt atsóknina av  kristnum seinasta árið.

Um tú hevur hug at fylgja við, ber til at síggja almannakunngerðina á Facebook síðuni hjá Open Doors Føroyum ella á YouTube. Framløgan verður mikukvøldið kl. 17:00.

Link til stroymingina: https://www.youtube.com/watch?v=DKrOH3OzA3c