Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vápnaður maður yvirgav seg tá semingsmaður sang kendan jólasang

John William Joensen

Ein góður semingsmaður skal hava nakrar góðar eginleikar: Róligur undir trýsti, hava álitsvekjandi atferð og tol til at lurta o.s.fr.. Men ein góð songrødd kann eisini vera hent at hava, stendur at lesa á heimasíðuni hjá BBC um jólini.

Ein semingsmaður í vápnaðu serdeildini hjá statsløgregludeildini í amerikanska statinum Pennsylvania, megnaði at fáa eina vápnaða naggatódn at enda í semju, við at syngja fýra ørindi av síni egnu útseting av klassikaranum “White Christmas”.

Tað er tó ikki greitt um orsøkin til at vápnaði maðurin at enda yvirgav seg til løgregluna hevði nakað við “imponerandi” listarligu tulkingina av kenda sanginum at gera.

Naggatódnin byrjaði seint jóladag tá ein maður í Chester amtinum byrjaði at sýna óstøðugan atburð og byrgdi seg inni í  húsum sínum.

Óttafull skyldfólk ringdu til løgregluna tá tey varnaðust at maðurin eisini hótti við eini riflu.

Men tá løgreglan kom á staðið skeyt maðurin við skørpum og skaddi fleiri løgreglubilar.

Almenni ákærin, Thomas Hogan, skrivar umvegis Facebook at alla tað køldu náttina vóru samráðingar millum løgregluna og mannin.

Hann skrivar, at við sær til ástaðið hevði hann tikið eina jóla-smákøku eskju, sum var forma sum eitt reinsdjór, til at styrkja stríðshugin hjá løgreglumonnunum, tá ein av semingsmonnunum brádliga fekk glið á drúgvu naggatódnina.

Hetta hendi tá vápnaði maðurin eftir drúgvar tingingar kravdi at ein løgreglumaður sang kenda jólasangin “White Christmas” fyri sær.

Eftir at semingsmaðurin hevði sungið fýra vers úr kenda jóla hittinum hjá Bing Crosby, yvirgav maðurin seg til løgregluna kl. 6 um morgunin 2. jóladag og situr nú í varðhaldi.

-Ein slík løta er trupul at finna uppá, hon kann bara upplivast. Hóast hóttandi illstøðuna hesa myrku og kaldu jólanátt, so var endin tann at vit sótu og ótu jóla køkur, fortaldu skemtisøgur og fóru øll heim hvør til sítt eftir ein langan og góðan arbeiðsdag, skrivar Thomas Hogan, sum sambært BBC er almenni ákæri í Chester Amtinum í amerikanska statinum Pennsylvania.