Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

VAR dramatikkur tá Luksemborg vann

Jákup Ósá

Luksemborg vann á Tórsvølli í einum dramatiskum dysti.

VAR spældi ein avgerandi lut, tá Luksemborg vann 1-0 á Tórsvølli. Einasta málið í dystinum kom í seinna hálvleiki, tá Luksemborg skoraði eftir brotsspark, sum VAR sá og vildi hava dómaran at hyggja eftir. Stutt frammanundan hevði René S. Joensen fingið reytt kort, tá hann sum síðsti maður kom at verða mettur at fella leikara. Seinni fekk Sølvi Vatnhamar eisini beinleiðis reytt kort eftir, at VAR heitti á dómaran um at hyggja eftir støðu.

Við 9 móti 11 stríddust føroyingar eins og teir gjørdu allan dystin og fingu onkra góða støðu, men ikki heilt stóran málmøguleika. Úrslitið gjørdist 1-0 til Luksemborg.