Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vár við lýggjum vindi

John William Joensen

Hugnaligt var í skúlagarðinum hendan fríggjadagin í mars. Sól og bláur himmal, kanska helt onkur, at várið var komið.

Heitt var inni í trongligu stovuni, so hugurin leitaði út í skúlagarðin at gera dagsins verk.

Umstøðurnar í Skúlanum við Ósánna eru ikki av teimum bestu, nú vit spent bíða eftir nýggjum dagførdum skúla. Tó gevur júst hetta betri hug at leita aðrar leiðir, og gevur óivað nakrar øðrvísi og mennandi løtur.

Í dag ver várið langt burtur, tó vita vit, at várið skjótt aftur fer at vísa fagra andlit sítt. Vár við summarsvónum – bæði til sál og lund.