Varaborgarstjórin, í Klaksvíkar Kommunu er nú máttmiklasti politikkarin í Klaksvíkar Býráð. Umframt varaborgarstjóra sessin er hon forkvinna í trimum av stóru nevndum í Klaksvíkar Býráð.
Umframt at verða forkvinna í Mentunarnevndini er hon nú eisini forkvinna í Trivnaðarnevndini, sum umsitur Børn og Ung (m.a. alt skúlaøkið og dagstovnaøkið) og Trivnaðarnevndina Eldri og Bústaðir (m.a. alt eldraøkið).
Samtykt var á býráðsfundinum tann 16. November at loyva Beintu Klakkstein, úr Sjálvstýri, at fara í farloyvi frá 1. desember fram til 1. Mars 2018.
Næstvaldi á valevnislistanum, Kjartan á Gravarbø, tók samstundis sæti í nevndum og býráði fyri Beintu Klakstein í fráverutíðarskeiðinum.
Eftir at Beinta Klakstein fór í farloyvi hevur Javnaðarflokkurin nú formansskapin í fýra av sjey nevndum í býráðnum. Signhild Jóhannsen er forkvinna í trimum, Mentunar- og tveimum Trivnaðarnevndum. Tummas Lervig er formaður í Havna- og Vinnunevndini. Javnaðarflokkurin fekk annars bara tveir av elluvu býráðslimum á seinasta býráðsvalinum.
Sjálvstýrisflokkurin, sum fekk fýra av elluvu býráðslimum á senasta býráðsvali, hevur nú einans tríggjar formannssessir í býráðsnevndunum, nevniliga formannin í Fíggjarnevndini (Jógvan Skorheim), Umhvørvis og býarskipanarnevndini (Kristian Eli Zachariassen) og í Teknisku Nevnd (Óli M. Lassen).




