Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Varaleiðarin legði búffar á grillina

Dávur Winther

Til vatnkríggið hevur sløkkiliðið eina serliga uppgávu og eru virknir viðleikara í krígnum.

Allir bilar, sum kunnu sproyta verða settir niðast við havnalagið á vestursíðuni. So standa teir har og sproyta saman við verjuskipinum, sum í ár var Knud Rasmussen, meðan Tjaldrið saman við hópin av øðrum bátum lá í víggi á vágni.

Tá ið stríðið leikar harðast á, gongur vara sløkkiliðsleiðarin, Ernst Vágsgarð, sum hevur fingið rós, heiður og æru frá Drotningini, fyri trúgva og drúgva tænastu á Sløkkiliðnum,  og riggar heimsins bestu búffar til á grillini á Sløkkiliðsstøðini.

Hetta er hann meistari í og hevur eisini drúgvar royndir sum slíkur, eins og hann er í einum leður fyrriklæði, júst sum teir røttu kokkarnir.

Tá ið so vatnkríggið er av, møta allir sløkkiliðsmenninir, manningin á Knud Rasmussen og Tjaldrinum og onnur fyrireikingarfólk til ein betri búff, rómaepli og góða heimagjørda sós, sum bara Ernst kann gera hana.

Hetta er ein hugnalig løta á Sløkkiliðsstøðini, sum nógv gleða seg til í langa tíð.

Ernst Vágsgarð saman við hjálparfólkum sínum náddu aftur í ár á tindin við júst tú rætta, moyra og góða búffinum og øllum hinum góða afturvið.

Frálíkt!