Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Várframsýning hjá Anniku

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í hesum døgum hongur ein áhugverd framsýning hjá Anniku Færø í gomlu handilshølunum hjá Victor á Lakjuni.

Framsýningin, sum er ljós og litføgur við beinraknum landslagsmyndum, kann lættliga kallast ein várframsýning, har glaða ljósið boðar frá summarinum, sum er í hond.

Hølisumstøðurnar eru góðar, rúmligar og ljósar og hongu henda framsýningin við meir enn 40 myndum uppi til fyrst í komandi viku.

Vikuskiftið er drúgvt, so nýt høvið at støkka inn á gólvið á Stangarvegi 13 og njót hesa glaðu og litríku framsýning hjá Anniku Færø.