Seinnu tíðina hava nógvar umskipanir og umbyggingar verðið gjørdar á Varpinum – tá eina mest inni í Posthúsinum, sum liggur uppat stóru høllini.
Posthúsið er uppbygt við súlum og dragarum, sum útveggir og skilaveggir eru bygdir uppat. Palli Gregoriussen teknaði og Markur í Kunoy bygdi. Nú verður framsíðan, sum vit kenna hana niðan móti Klaksvíkavegi, skorin burtur og glas sett í ístaðin.
Men annars verður Posthúsið í størsta mun varðveitt í skapi, so sum sum tað hevur verið, tó at tað verður broytt nógv inni.
Arbeiðið, at skera betonveggin burtur, ger Rógvi Jacobsen frá Garpum fyri Kanjon. So nú fær gamla Posthúsið eina lítla broying við meira glasi, ið letur húsið betur upp.
Allur betonveggurin niðaneftir er skorin leysur niðri við gólvið. Nú verður skorið loddrætt og veggurin tikin burtur í minni flakum.
Rógvi Jacobsen er annars býráðslimur fyri tíðini. Hann er varamaður fyri Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum er í barnsburðarfarloyvi. Rógvi er m.a. í Mentanarnevndini, har hann eisini er varaformaður.
So Rógvi kann sigast ganga í faðirs sporum – Steinbjørn O. Jacobsen var býráðslimur í heili 24 ár, frá 1997 til 2020. Í 8 ár var hann borgarstjóri, árini 2001 – 2008.



























