Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Varpið rockaði

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í kvøld var næmingakonsert hjá Tónlistaskúlanum, har ungir næmingar spældu rock á høgum stigi

 

Bólkarnir vóru Abbigult, Bluenorth og so Lærarabólkurin.

Mentanarhúsið Varpið var at kalla fullsett við foreldrum, ommum og abbum, sum rockaðu við og klappaðu óført.

Eftir konsertina vóru fleiri unglingar og smádreingir, sum vildu hava “High five” frá forsangaranum í Lærarabólkinum, Jónas fra Adrinalin, sum var gestasangari – Ein teirra, abbasonur borgarstjóran.

Tað vórðu fleiri næmingar, sum spældu hugtakandi væl – Ein teirra var 15 ára gamla Omi Joensen, ið spældi leikandi lætt á bassin hjá Lærarabólkinum.

Ein slík konsert kann væl endurtakast um ikki so langa tíð!