Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Varpið stúgvandi fult av ørkymlaðum festarum og óðalsfólki

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Tað vóru 400-500 fólk savnaði í Varpinum í kvøld. Nýggja ferðavinnulógin hjá Landsstýrinum fekk tummil niður av fundarfólkunum. Ein yvirlýsing verður send til miðlarnar seinni

 

Óaðlsfelagið og Bóndafelagið skipaðu fyri felags fundí í Varpinum í kvøld. Sera nógv fólk møttu upp, eini 400-500 fólk úr øllum Føroyum. Byrjað varð kl. 17.30

Niels Petersen, formaður í óaðlsfelagnum bjóðaði vælkomin og síðani greiddi orðstýrarin Kári Sólstein frá skránni. Sigert Paturson, formaður bóndafelagnum og Niels Petersen greiddu frá tilgongdini við Ferðavinnulógini, sum varð send til hoyringar herfyri. 

Sigert gjøgnumgekk lógaruppskotið og vísti á neiligu ávirkaninar fyri festarar og óðalsfólk. Ronnie Thomassen, skrivari í óðalsfelagnum vísti eisini á við ítøkilgum dømum á ávirkanir av uppskotinum. Tá klokkan nærkaðist 19, kom Kringvarpið í salin, men tey vóru víst út og so rungaðu lógvabrestirnir um alt Varpið.

Síðani varð orðið frítt og nógvar viðmerkingar komu úr salinum. 

Eftir lítlan steðg samdist fundurin um eina yvirlýsing, ið verður send miðlunum. 

Fundurin endaði við at øll sungu tjóðsangin. 

 

 

Harleywoodpaint