Á myndini draga Niclas á Selheyggi og Petur Svøðstein línu umborð á útróðrarbátinum “Varpið”, har Niclas er í einari av vøkru bundnu troyggjunum, sum konan Hanna helst hevur bundið
Varpið varð smíðað í Klaksvík í 1945, og í bókini “Útróður 1845-1945” greiðir Robert Joensen frá einum útróðrartúri, hann var við bátinum seinni hetta sama árið. Robert heldur, at hetta er eitt framkomið far sammett við gomlu motorbátarnar. Báturin hevði elektriskt ljós og dragispæl, men onki ekkolodd og so slettis ikki radara.
Robert greiðir frá, at teir loysa á Stongunum seint eitt sunnukvøld, og tað fyrsta teir mugu, er at útvega sær sild til agn. Tí sigla teir tann langa teinin suður fyri Bjørg og inn í Skálabotn, har teir fáa sild til keyps. Einir seks aðrir útróðrarbátar úr Klaksvík eru har í somu ørindum. Sildin verður løgd í pannir og ísað í lastina. Síðan gongur leiðin gongur eystur á Fugloyarbankan.
Tá teir eru komnir eystur á Svínoynna verður loggið koyrt út, og siglt verður einar 35 fjórðingar úr landi. Tá verður lagt stilt at lodda dýpið. Eitt stórt og tungt lodd verður kastað út frammi á bógnum, og tá loddið stendur, eru 130 favnar av línu farnir út. Síðan seta teir 18 stampar í fyrstu syftu, sum teir hava egnt á vegnum út. Báturin er væl mannaður, tí teir eru sjey mans á túrinum.
Teir hava tríggjar setur, og seta og draga 65 stampar á túrinum. Tá teir eru um 10 fjórðingar úr landi á veg aftur til lands, liggja fleiri enskir trolarar og toga í kjalarvatninum á hvørjum øðrum. Varpið er aftur á Klaksvík mikukvøld, eftir at hava verið úti í knøpp trý samdøgur, og fiskurin verður lagdur upp og vigaður á Stongunum.
Tilsamans hava teir fingið góð 12000 pund, har tað mesta er toskur og brosma, men teir hava eisini góð 2000 pund av kalva, sum er helvtin av avreiðingarvirðinum. Menninir eiga helvtina av veiðuni, og hvør maður fær 255,98 krónur fyri túrin. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen sála.



