Stórt vatnkríggj millum bátar og skip umframt á kajøkinum á Vestursíðuni.
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígginum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv! Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!




