Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vatnkríggið var ógvusligt

Oliver Joensen

Sjálvdan hevur tú sæð so nógv vaksin og børn saman, gloyma alt í felags spæli, sum við vatnkríggið í Klaksvík í Kvøld. Tað var ótruligt at síggja, høgur og lágur, ríkur og fátakur, klókur og vanligur, kvinnur og menn, gentur og dreingir, vit vóru øll í leiki saman. Ein heilt einastandandi løta.

Skipini og bátarnir á sjónum, alt væl fyrireikað har fólk vóru væl klødd til vatnkríggj, bjargingarvestar á hvørjum kroppi og trygdin í hásæti. – Og vit stuttleikaðu okkum, ein løta í børn og ung seint fara at gloyma. Hetta var bara vatnkríggið tað størsta og tað stuttligasta.

Á brúnni við Antinis hús var serligt vatnkríggj fyri tey smæstu. Har var sanniliga eisini kríggj, hugni og stuttleiki. 

Hvussu nógv fólk vóru í leiki í kvøld vita vit ikki, men fleiri hundrað og í hvussu so er tvinni túsund. – Tað besta av tí besta, onki óhapp og bara smílandi andlit at síggja. – Sjómannadagurin hevði so skipað fyri, at heitt kaka við fløta var til øll. – Ein ótrúligur dagur, vit gleða okkum til í morgin.