Eitt samanrunnið brúgvalag stendur so at siga stilt oman fyri okkum – flytur seg als ikki – tí fer at regna allan dag.
Tað var nakað av vindi í nátt. Síðan klokkan 7 er miðalvindferðin minkað. Mesti vindurin er í Norðoyggjum og Norðureysturoy, 15 til 20 m/s; í Suðuroy er lítil og eingin vindur, 3 til 8 m/s. Ættin er landsynningur
Vindferðin fer at minka í dag. Seinnapartin er vindferðin í Norðoyggjum komin niður um 15 m/s, meðan tað fer at vera lítil vindur í Sandoy, í Vágum og Streymoy umframt í Suðuroy.
Í kvøld er eftir øllum at døma 10 til 15 m/s úr landsynningi um alt landið.



