Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið á jólum

Hanus Kjølbro

Møguleikin fyri kava á jólum í ár er minkaður nakað aftur. Ættin fer at liggja úr landnyrðingi eystri jólaaftan niður í landsynning sunnan annað jólakvøld.

Hitalagið fer at liggja úr frostmarkinum í dag og morgin upp í 5 stig annan jóladag. Nøkur stig ov nógv til at fáa kava.

Í dag er eitt lítið lot av norði, undir 3 m/s. Skýggjað, ælaveður við kava – hitin liggur 2 – 4 stig.

Í morgin, Tollaksmessudag, landnyrðingur 5 til 10 m/s. Skýggjað og sólglottar, ælaveður við regni ella vátakava, og hitin fer at liggja um 4 – 5 stig. 

Jólaaftan landnyrðingur eystan fyrrapartin, 10 til 15 m/s; seinnapartin landsynningur eystan 5 til 10 m/s. Skýggjað og sólglottar, løtur við vátakava- ella regnælingum – hitin fer at liggja um 3 – 4 stig. 

Jóladag landsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sólglottar, løtur við vátakava- ella regnælingum – hitin fer at liggja um 4 – 5 stig. 

Annan jóladag um landsynning sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og løtur við regni ella vátakava – hitin fer at liggja um 5 stig. 

Í stuttum kann sigast um jólaveðrið í ár, at tað verður ikki nóg kalt til nakað serligt av kava. Hvítt í erva og onkrasteðs lokalt – og so okkurt ælið við vátakava ella kava. 

Harleywoodpaint